Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Rebekka Olsen vælkomstpakka nr. 100

8. juli 2014

Rebekka Olsen

Í mars mánað í fjør fór Vágs kommuna undir skipan við vælkomstpakkum til nýggjar borgarar, sum flyta í Vágs kommunu.

Endamálið við vælkomstpakkunum er, at fáa tilflytarar at føla seg vælkomnar í kommununi.

Vágs kommuna roynir at gera sítt til at væl verður tikið ímóti fólki, sum flyta í kommununa, soleiðis at teirra fyrsta inntryk gerst so gott sum gjørligt, og at tað kennist natúrligt at taka upp samband við kommununum, um tørvur er á leiðbeining, hjálp ella øðrum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Skipanin virkar á tann hátt, at tá ein familja ella ein persónur flytur í Vágs kommunu, fáa tey eitt vælkomstbræv frá Vágs kommunu og verða samstundis boðin á kommunuskrivstovuna, har tey fáa ein vælkomstpakka frá kommununi. Í nøkrum førum fáa tey eisini vælkomstpakka, tá tey koma á fólkayvirlitið hjá Vágs kommunu og skráseta flyting til kommununa.

Skipanin hevur verið virkin síðan í mars í fjør og í farnu viku varð vælkomstpakki nr. 100 latin ein av okkara nýggju borgarunum.
Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um at vælkomstpakki nr. 100 er latin nýggjum borgara og um at afturmeldingarnar um skipanini við vælkomstpakkum eru góðar.

 

Myndin: Rebekka Olsen, sum er ein av nýggju tilflytarunum í Vágs kommunu.

Last modified: 20. oktober 2014