Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Raksturin í 2013 bíligari enn mett

3. juni 2014

Vagsfjordur

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu vóru í 2013 smáar 40 mió. kr.

Hetta er á leið tað sama sum í 2012 (var 39,1 mió), men meiri enn mett varð í fíggjarætlanini fyri árið 2013. Í fíggjarætlanini fyri 2013 varð inntøkan mett til at verða 38,6 mió. kr. tilsamans.

Í 2013 gjørdi Vágs kommuna íløgur fyri 5,4 mió. kr. Høvuðsíløgan var í liðugtgerð av nýggja stásiliga dagstovninum Eikilund inni á Bakka, sum lat upp í mai 2013. Í 2013 vóru harumframt eisini gjørdar íløgur á havnarlagnum, m.a. í nýggjar pullartar og fendarar í smb. við at Norrøna sigldi á Vág.

Á fíggjarætlanini fyri 2013 vórðu settar 32,2 mió. kr. av til raksturin, men tá samanumkom, so kostaði tað 30,4 mió. kr. at reka Vágs kommunu í 2013, ella 1,8 mió. kr. minni enn avsett var í fíggjarætlanini.

Við árslok 2013 var samlaða lániskuldin hjá Vágs kommunu 41,4 mió. kr. Kommunan rindaði í 2013 umleið 1,5 mió. kr. í rentum. Vágs kommuna rindar 4,9 mió. kr. í árligum avdráttum og kemur lániskuldin í 2014 tískil væl undir eina ársinntøku.

 

Roknskapin fyri árið 2013 finnur tú her.

Last modified: 20. oktober 2014