Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Prógvhandan í Auluni í Vágs skúla

7. april 2015

Dugnaskapsroynd2015

Leygardagin 4. apríl var prógvhandan í Auluni í Vágs skúla.

Prógvhandanin var fyri teimum 18 monnunum, sum gjøgnum veturin 2014 – 2015, hava gingið á kvøldskúla til dugnaskapsskeið.

Hettar er 5. árið undirvíst hevur verið í dugnaskapsskeiðið, og er ætlanin, at hava eitt skeið aftur í vetur.

Skeiðið er 180 tímar undirvísingin og fevnir yvir 4-5 mánaðir.

Hesa tíðini hava meir enn 100 mans / kvinnur tikið prógv og notið stóra gleði av próvnum.

Teir sum hava tikið prógv og ikki eru á myndini eru : Dan Enok Thomsen, Pætur Mohr Leo, John Potts, Tórður Vang, Marni Mohr Leo og Petur Gardar Joensen.

Last modified: 7. april 2015