Privatlívspolitikkur fyri nýtslu av heimasíðuni
Innleiðsla
Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji okur eru, hvussu okur savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.
Dátuábyrgdari
Vágs kommuna
Vágsvegur 30, 900 Vágur
Telefon: 66 30 00
Teldupostur: vagur@vagur.fo
Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Tá ið tú sendir okkum eina fráboðan umvegis frymilin á heimasíðuni, innsavna okur upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at svara fráboðanunum, sum tú sendir okkum umvegis heimasíðuna.
Eisini tá ið tú nýtir ein av okkara talglidu frymlum á heimasíðuni, innsavna okur upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at avgreiða og svara fyrispurningunum, sum tú sendir okkum umvegis heimasíðuna.
Alt eftir, hvat endamálið er við viðgerðini av tínum persónupplýsingum, verður viðgerðin gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 1, 3 og 5 í dátuverndarlógini.
Grundarlagið undir heimildini er sostætt rættarlig skylda, at tað er partur av okkara myndugleikaútinnan ella samtykki fyri viðgerð av persónupplýsingum.
Sløg av persónupplýsingum
Boða frá:
- Fult navn, teldupostur
Innskriving til barnagarð:
- Navn og føðingardagur á barninum, navn, bústaður, telefonnummar og arbeiðstíð hjá foreldrunum, systkin hjá barninum, navn á lækna, navn á heilsusjúkrasystir, koppsetingar hjá barninum, sjúka hjá barninum
Frípláss:
- Navn á umsøkjara, føðingardagur, bústaður, telefon heima, telefon arbeiði, starv, hjúnastøða, navn á hjúnarfelaga/sambúgva, føðingardagur, bústaður, telefon arbeiði, starv, tal á børnum undir 18 ár í húskinum, navn á barni ella børnum, føðingardagur, yvirlit yvir inntøkur, um umsøkjari er undir útbúgving
Byggiloyvi:
- Eftirnavn, navn, gøtunavn, húsanummar, bygd, telefon, fartelefon, teldupostur, telefaks
Bátapláss:
- Navn, bústaður, telefon
Ígongdsetanarstuðul:
- Navn, telefon, bústaður, teldupostur
Tilmelding til musikkskúlan:
- Navn, føðingardagur, foreldur/verji, bústaður, fasttelefon, fartelefon (næmingur), fartelefon (foreldur/verji), teldupostur
Búflyting innanfyri kommunumark
- Fyrrverandi bústaður, nýggjur bústaður
- Fyri øll sum flyta: eftirnavn, øll fornøvn, føðingardagur, føðistaður, yrki
Millumnorðurlendsk bústaðarflyting:
- Fráflytingarland, kommuna, postnummar og bygd/býur, gøtunavn, húsanummar, hædd, íbúðarnummar, norðurlendskt p-tal, møguligt føroyskt p-tal, limaskapur í fólkakirkjuni, avrit av samleikaprógvi
- Fyri øll sum flyta: Eftirnavn, fornøvn, millumnavn og møguligt føðieftirnavn, barn hjá, hjúnarfelagi hjá, kyn, føðingardagur, føðistað/land, hjúnarbandsstøða og dagur, ríkisrættur
Innanoyggjaflyting:
- Fyrrverandi bústaður, nýggjur bústaður
- Fyri øll sum flyta: eftirnavn, øll fornøvn, føðingardagur, føðistaður, yrki
Bústaðarflyting fyri ikki norðurlendskar ríkisborgarar:
- Fráflytingarland, kommuna, postnummar og býur/bygd, gøtunavn, húsanummar, hædd, íbúðarnummar, norðurlendskt p-tal, møguligt føroyskt p-tal, limaskapur í fólkakirkjuni, avrit av samleikaprógvi
- Fyri øll sum flyta: eftirnavn, fornøvn, millumnavn, møguligt føðieftirnavn, barn hjá, hjúnafelagi hjá, kyn, føðingardagur, føðistað/land, hjúnarbandsstøða og dagur, ríkisrættur
Umsókn um bálloyvi
- Ábyrgdarpersónur, telefon hjá ábyrgdara á staðnum
Umsókn um hýruvognsloyvi
- Navn, føðingardagur, bústaður, telefon, postnummar og býur/bygd, teldupostur, koyrikort nummar, útflíggjanardagur av koyrikorti, tíðarskeið fyri hýruvognskoyring, dato fyri keyp av hýruvogni, skrásetingarnummar, um hýruvognskoyringin er fulltíðarvinna, høvuðsvinna ella hjávinna, avrit av revsiváttan
Víðarigeving av upplýsingum
Okur víðarigeva tínar upplýsingar til okkara dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Øll viðgerðin sum okkara dátuviðgerðar gera av tínum upplýsingum, verður gjørd eftir einari dátuviðgerðaravtalu, sum okur hava gjørt við dátuviðgerarnar.
Upplýsingarnar, sum okur innsavna í sambandi við innskriving í barnagarð, verða eisini víðarigivnar til barnagarðin.
Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?
Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy.
Afturat hesum, verða allar upplýsingarnar, ið okur fáa frá tær, goymdar á ambætara, ið er staddur í Hollandi.
Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?
Persónupplýsingarnar, sum okur innsavna gjøgnum heimasíðuna verða goymdar í tráð við dátuverndarlógina umframt lógina um skjalasøvn. Tískil goyma vit tínar upplýsingarnar so leingi, sum okur hava tørv á teimum fyri at røkja okkara uppgávur, og eftir hetta verða tær lætnar landsskjalasavninum.
Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar okur hava um teg og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.
Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til vagur@vagur.fo. Okur seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika.
Rætturin til innlit
Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál o.s.fr.
Rætturin til mótmæli
Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.
Rætturin til rætting
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rættar.
Rætturin til striking
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at okur ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Upplýsingarnar verða ikki strikaðar, um tær eru fevndar av aðrari lóggávu, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.
Rætturin til viðgerðaravmarking
Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær vera nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær verður skerdur.
Rætturin til dátuflutning
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
Rætturin til ikki at verða profileraður
Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.
Rætturin til at taka samtykkið aftur
Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.
Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Rætturin at klaga
Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á vagur@vagur.fo.
Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo.