Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Portalur fyri sjálvboðin í Vági

3. marts 2014

A-Sandinum

Portalurin fyri sjálvboðin í Vágihttp://sjalvbodin.vagur.fo – er stovnaður fyri at styrkja um sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt av feløg og felagsskapum og á stovnum. Harumframt er endamálið at fáa fleiri at gerast sjálvboðin í Vági.

Í Vági eru sterkar siðvenjur fyri at seta í verk og gera stór arbeiðir grundað á sjálvboðna arbeiðsmegi. Víttfevnandi dagliga virksemi í ítróttar-, mentanar- og frítíðarfelagsskapum er eisini í heilt stóran mun grundað á sjálvboðið arbeiði.

Sjálvboðna arbeiði hevur sín uppruna í, at fólk her á staðnum hava vilja og áræði til at gera mun, bæði tá umræður at hjálpa og gleða onnur fólk, gleða bólkar av fólkum og gleða fólk sum heild. Felagsnevnarin fyri sjálvbodna arbeiðinum er, at tey eru grundaði á áhugan fyri og ynski um at hjálp til.

Sjálvbodna arbeiðið er ikki bert ein hjálp og stuðul til onnur, men er eisini lívgevandi fyri tey, sum gera sjálvbodna arbeiðið. Sjálvboðið arbeiðið styrkir um persónligar førleikar, og ger eisini mun, tá søkt verður inn á útbúgvingarstovn ella roynt verður at fáa arbeiðið. Fyri tann einstaka knýtir sjálvboðið arbeiðið eisini netverk og skapar lívsgleði, og er ein jaligur partur av gerandisdegnum. – Hvat er tað ikki lívgevandi at kunna gera mun!

Gerst sjálvboðin – tú kann eisini gera mun!
Í lokal umhvørvinum í Vági eru nógv ítróttar-, mentanar- og frítíðarfeløg, umframt stovnar av ymiskum slagi, sum hvønn dag hava tørv á sjálvbodnari arbeiðsmegi. Í nógvum førum eru fólk, sum loysa hesar uppgávur, men í summum førum mangla fólk.

Men nú er ein hjálp kanska tøk á Portalinum fyri sjálvboðin í Vági: http://sjalvbodin.vagur.fo

Hevur títt felag ella tín stovnur tørv á sjálvbodnari arbeiðsmegi, so kanst tú altíð heita á fólk um at hjálpa umvegis Portalin fyri sjálvboðin í Vági.

Hevur tú hug at hjálpa til og brúka tína frítíð sum sjálvboðin, so kanst tú bjóða teg fram, antin beinleiðis til feløg ella stovnar, ella við at seta teg í samband við Kunningarstovuna í Vági (info@vagur.fo ella tlf. 733090), sum samskipar Portalin fyri sjálvboðin í Vági.

Portalurin fyri sjálvboðin í Vági er stovnaður fyri at styrkja um sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í feløg og felagsskapum og á stovnum. Harumframt er endamálið at fáa fleiri at gerast sjálvboðin í Vági.

Portalurin fyri sjálvboðin í Vági er eisini ein liður í skapa øktan trivnað og styrkja um lokala tilknýtið hjá tí einstaka, og styrkja um kensluna av at hoyra til og eiga heima.

Vónandi verður tikið væl ímóti portalinum, sum tú finnur her: http://sjalvbodin.vagur.fo

 

Last modified: 21. oktober 2014