Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Pedagogútbúgvingin byrjar í dag

4. februar 2016

Fjarlestur 2016

Í dag byrjar eitt nýtt tíðarskeið í útbúgvingarsøguni í Vági, í Suðuroynni og í Føroyum. Seinnapartin í dag byrja 21 pedagoglesandi á Fjarlestrardeplinum í Vági.

Tað sermerkta við hesari útbúgvingini er, at tey lesandi kunnu búgva í heimbygdini í Suðuroynni og í Føroyum sum heild (lesandi eru úr øllum landinum !) og samstundis nema sær hægri miðal langa útbúgving. Hetta merkir eisini, at familjur kunnu verða búgvandi í heimbygdini alt útbúgvingartíðarskeiðið.

Fyri framhaldandi menning av økjunum kring landið, er lítið at ivast í, at tað hevur stóran týdning, at atgongd er til fjøltáttað útbúgvingartilboð, har útbúgvingarnar kunnu takast í nærumhvørvinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, sum fegnast um, at pedagog-útbúgvingin á Fjarlestrardeplinum nú byrjar.

Lesið meiri um Fjarlestrardepilin í Vági á www.fjarlestur.fo

 

(Myndin er frá tá skipanin við fjarlestri arð royndarkoyrd í stóra undirvísingarhølinum á Fjarlestrardeplinum)

Last modified: 4. februar 2016