Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Páskareggveiða í Vági

22. marts 2021

Týsmorgunin verður páskareggveiðan í Vági bríksla í gongd. Klokkan 08.00 kemur eitt uppslag á Facebook síðuni hjá Miðlatúni. Í uppslagnum er ein gáta, sum leiður til fyrsta páskareggi (ein QR-kota, sum er klistra á eitt alment stað). Tá man hevur loyst gátuna og er komin til rætta staðin, so er eitt annað páskaregg (QR-kota) goymd á staðnum. Og soleiðis gongur veiðan víðari á ymisk almenn støð í Vági, og í alt eru 7 gátur at loysa. Øll sum loysa tær 7 gáturnar innan miðnátt 30. mars eru við í lutakastinum um tvey páskaregg við konfekt frá Mariann Mikkjalsdóttir.

Upplýsast skal, at almennu støðini kunnu t.d. verða bygningar og standmyndir í Vági. Øll páskaeggini (QR koturnar) eru útvendigt klistraði á okkurt, sum er á staðnum. Fyriskipararnir heita á øll um ikki at taka QR koturnar av ella goyma tær aðra staðni. Heitt verður eisini á øll um IKKI at deila, hvar páskareggini eru goymd. Tí jú fleiri sum finna páskareggini, tess fleiri hava møguleikan at vinna páskareggini frá Mariann Mikkjalsdóttir.

Last modified: 22. marts 2021