Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Parkerings- og steðgiforboðið á Vágsvegi víðkað

11. april 2019

Ferðslunevndin hevur á fundi samtykt at gera nakrar broytingar, sum føra við sær eina víðkan av parkerings- og steðgi-forboðnum á eystar parti á Vágsvegi, og eru hesar broytingar nú settar í verk.

Vegastrekki, har tað nú ikki er loyvt at steðga ella parkera, er frá Vágsvegi 35 og út til endan á Vágsvegi (har Vágsvegur, Toftavegur og Marknoyrarvegur koma saman), tó við tí fráviki, at loyvt er at steðga við Pizzakøkin í upp til 3 minuttir.

Broytingin er gjørd fyri at betra um ferðslutrygdina við atliti til, at ferðslan skal glíða betur, serliga um 8-tíðina, tá nógv bilferðsla er eftir Vágsvegi.

Víst verður annars til almennu parkeringsplássini, sum eru framvið Vágsvegi.

Last modified: 11. april 2019