Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Páls Høll og Marghøllin stongd í vikuskiftinum

30. juni 2020

Vikuskiftið 3.- 5. juli verður Føroyameistarastevnan og Juniormeistarstevnan 2020 á langgeil í Páls Høll í Vági. Hetta merkir eisini, at Páls Høll er stongd nevndu dagar. Svimjisamband Føroya hevur í samband við FM og JM í svimjing eisini leigað Marghøllina, sum sostatt eisini verður stongd nevndu dagar.

Fitness verður opið sum vanligt, inngongd í úthurð eystureftir.

Hesa vikuna er Páls Høll opin sum vanligt til og við tórsdagin 2. juli. Eftir vikuskiftið er Páls Høll opin sum vanligt frá mánadegnum 6. juli.

Last modified: 30. juni 2020