Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Páls Høll 5 ára føðingardagshald 15. oktober 2020

13. oktober 2020

Tórsdagin 15. oktober 2020 er føðingardagshald í smb. við at tað 17. okt. eru 5 ár síðani at Páls Høll varð tikin í nýtslu. Í samband við føðingardagshaldið tórsdagin verður í Páls Høll bjóðað kaffe/te og okkurt gott aftur við og saft til børnini.

Broyttar upplatingartíðir tórsdagin

Í samband við føðingardagshaldið tórsdagin 15. oktober 2020 er Páls Høll opin soleiðis:

Kl. 8.30 – 9. 15 (morgunsvimjing)
Kl. 14.00 – 21.45

Øll eru hjartaliga vælkomin at njóta dagin saman við okkum.

Last modified: 15. oktober 2020