Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

P-økið við Toftá dagført

4. juni 2014

P-okid-Tofta-06-2014 (3)

P-økið við Toftá er nú liðugt og gjørt klárt til summarið, prýtt við blómum, sum Sævar Halldórsson hevur latið.

P-økið við Toftá hevur verið fyri einari dagføring í vár, og eru tað teir báðir, Jón Vilhelm og Dorius Bjarkhamar, sum hava staðið fyri arbeiðinum, sum er gjørt í samráð við Tórhall Áslaksson leiðara á Teknisku Deild hjá Vágs kommunu.

Sum myndirnar vísa, so er P-økið gjørt av nýggjum, gøta er gjørd millum ovaru og niðaru parkeringsplássini. Borð og benkur eru settir upp, soleiðis at tað ber til at njóta løtuna við Toftá. Og sum krúna á verkið, eru blómur plantaðar, har skrivað er “Toftá”.

 

Last modified: 20. oktober 2014