Seinastu mánaðirnar hava arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu gjørt dagføringar av P-økinum á Løðhamri, millum Heilsumiðstøðina og gamla høvuðssætið hjá Suðuroyar Sparikassa.
Undir leiðslu av Herman Christiansen, arbeiðsformanni, hava arbeiðsmenn hjá kommununi gjørt eitt væl arbeiðið. Tórhallur Áslaksson, leiðari á teknisku deild hjá Vágs kommunu, hevur saman við Herman Christiansen lagt til rættis.
Parkeringsøkið á Løðhamri er nú dagført. Flisaløgd gongubreyt er gjørd framvið parkingerøkinum. Ljós er sett í girðingina, sum er sett upp framvið gongubreytini. Nýtt bussskýlið er sett upp – og økið sum heild er gjørt sera innbjóðandi.
Niðanfyri eru fleiri myndir.
Last modified: 20. oktober 2014