Í samband við liðugtgerð av nýggju vatnleiðingini í vestara parti av Geilini, verður skrúva fyri vatninum týsdagin 20. juni og ónsdagin 21. juni frá kl. 9.00 til arbeiðið er liðugt.
Arbeiðið verður gjørt sum liður í nýgerð av vegnum í vestara parti av Geilini, sum eisini fevnir um nýggja vatnleiðing í hesum partinum av býnum.
Við tað at skrúva verður fyri vatninum, so vilja partar av býnum verða ávirkaðir av hesum týsdagin 20. juni og ónsdagin 21. juni.
Last modified: 20. juni 2017