Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Opið hús í Dagrøktarhúsinum ónsdagin 17. juni

12. juni 2020

Eftir eitt tíðarskeið í fleiri enn 30 ár við dagrøkt í Vágs kommunu, har dagrøktarskipanin var høvuðsgrundarlag undir barnaansingini í kommununi, verður dagrøktin niðurløgd í summar.

Í hesum sambandi verður opið hús í Dagrøktarhúsinum, har øll – tað verið seg “gamlir” brúkarar, foreldur og børn – kunnu koma og heilsa uppá og fáa ein kaffimun og eitt gott prát.

Dagrøktin í Vágs kommunu byrjaði 1. September 1987 og var í nógv ár kjarnan í dagstovnaøkinum í kommununi. Miðskeiðis í 2000talinum lat upp barnagarðstilboð í leigaðum húsum yvir á Bakka – og í 2013 varð nýggi dagstovnurin Eikilund tikin í nýtslu.

Hesi fleiri enn 30 árini við dagrøkt í Vágs kommunu hava 710 børn verið í ansing i dagrøktarskipanini, so nógv børn, foreldur og nógvar familjur hava brúkt dagrøktina, sum øll hava verið sera glað fyri.

Nú hetta tíðarskeiðið við dagrøkt í Vági endar verður opið hús í Dagrøktarhúsinum ónsdagin 17. Juni frá kl. 14 til kl. 17.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Last modified: 12. juni 2020