Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Okkara dugnaligu starvsfólk halda býin reinan!

6. april 2019

Vágs kommuna hevur seinastu árini verið í einari miðvísari tilgongd við tí fyri eyga at vísa umhvørvinum í kommununi ans. Kommunan hevur seinastu árini framt fleiri átøk og ruddað kring í býnum, har serliga kommunal økir eru hampaði og fríðkaði.

Tórgrímur Jacobsen er eitt av dugnaligu starvsfólkunum hjá Vágs kommunu, sum m.a. hevur til uppgávu at rudda kring um í býnum. Torgrímur hevur ávísar rutir kring býin mánadag, ónsdag og fríggjadag, tá hann tekur upp rusk. Sigast má at hetta ger hann væl, um enn tað samstundis er harmuligt, at hann megnar at savna upp í fleiri posar av ruski hvørja einastu viku, sum rekust kring um í býnum.

Last modified: 6. april 2019