Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Økið kring Gamla skúla fríðkað

23. maj 2013

2013-05-Fridka-Gamla-Skula (3)

Við ársbyrjan setti býráðið býarfríðkan og býarendurnýggjan á dagsskrá. Nú er økið kring Gamla skúla fríðkað og nýgjørt.

Í januar varð farið undir at gera nýgera og fríðka økið kring Gamla skúla, soleiðis at hesin søguligi bygningurin skuldi fáa virðiligar umstøður í nærumhvørvinum. Um dagarnir hava Jón Vilhelm og Josef Midjord, sum vegna kommunan hava staðið fyri arbeiðinum, lagt seinastu hond á og í morgin verður blómur plantaðar.

Á norðaru síðu av Gamla skúla, har inngongd er til Ruth Smith Savnið og Krígssavnið hjá Vágs Sóknar Bygdasavni, er garður lagaður, blómur eru plantaðar, og inngongdin er gjørd soleiðis, at tað er lætt atkomiligt í rullistóli.

Á sunnaru síðu er eisini lagaður garður úr føroyskum gróti, gjørt er klárt til blómubed, og borð eru sett upp, soleiðis at fólk kunnu leggja leiðina framvið og seta seg niður at njóta løtuna.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um at kommunan hevur dugnalig og nærløgd starvsfólk – og leggur afturat, at fríðkanin av økinum kring Gamla skúla fer at verða til stóra gleði fyri bæði borgarar her á staðnum og vitjandi í Vági.

 

Last modified: 23. maj 2013