Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ókeypis skrivstovu til íverksetarar í Vágs kommunu

6. oktober 2016

Vágur-DHa

Lagt verður nú afturat verandi stuðulsskipanum til íverksetarar í Vágs kommunu. Nú fáa íverksetar atgongd til ókeypis skrivstovur.

Vágs kommuna hevur seinastu árini raðfest at stuðla undir at nýggjar vinnur og nýggjar fyritøkur verða settar á stovn í Vági.

Millum annað er í Vági skipan við íverksetarastuðli, har íverksetar kunnu fáa fíggjarligan stuðul til at keypa sær ráðgeving í smb. við stovnan av fyritøku. Hendan skipan verður eftirmett og víðkað í november í ár.

Fyrr í summar setti Vágs kommuna eisini í verk nýggja ókeypis skipanina “Hjálp til nýggj vinnurekandi”, sum hevur til endamáls at hjálpa fólki at stovna feløg, fáa V-tal, seta upp fíggjarætlan, hjálp til MVG-skráseting og skráseting í Vinnuglugganum os.fr.

-Og nú verður lagt afturat verandi skipanum, tí Vágs kommuna bjóðar nú íverksetum og nýggjum vinnum í Vágs kommunu ókeypis skrivstovu. Skipanini gevur íverksetum atgongd til skrivstovupláss, har tað eru skrivstovumøblar, internet, prentari, uppivørpa, og kaffistovu. Harumframt er eisini atgongd til bæði størri og minni fundarhøli.

Skipanin er ætlað nýstovnanum fyritøkum, fyritøkum undir stovnan, nýggjum vinnum os.fr., og kunnu íverksetar fáa atgongd til ókeypis skrivstovu í eitt tíðarskeið frá 1 mánað upp til 12 mánaðir.

Ivast tú, um tú lýkur treytirnar, so er bara at seta teg í samband við Vágs kommunu.

 

Samstarv við Íverksetarahúsið í Klaksvík
Umframt at geva íverksetum atgongd til ókeypis skrivstovu, so hevur Vágs kommuna eisini skipað samstarv við Íverksetarahúsið, sum førir við sær, at Íverksetarahúsið kemur at verða ráðgevi hjá nýggjum íverksetum í Vági.

 

Endamálið við hesum skipanum er at skunda undir at fleiri nýggjar fyritøkur verða stovnaðar, at nýggjar vinnur verða stovnaðar, soleiðis at tað kunnu gerast fleiri arbeiðspláss og nýggjar vinnur, samstundis sum tað møguliga eisini kunnu gerast fleiri tænastur, sum bjóðast út í Suðuroynni.

 

Eru spurningar ella ivamál, so er at venda sær til Vágs kommunu á tlf. 663000 ella við telduposti á vagur@vagur.fo

Last modified: 6. oktober 2016