Í samband við at Tvøroyrar kvøld – og ungdómsskúli skipar fyri undirvísing fyri útlendingum búsitandi í allari suðuroynni, vilja vit minna á, at enn eru pláss at koma til undirvísing.
Undirvísingin fór av bakkastokki í heyst 2018 og heldur nú fram á vári 2019.
Skeiðið byrjaði seinasta hóskvøld og er aftur á skránni í kvøld frá kl.19.00 – 21.00 og tey komandi hóskvøldini í vár.
Undirvísingin tekur støði í:
- Føroyskum máli
- Samfelagsfrøði
Endamálið við skeiðnum er at skilja føroyska málið og tað føroyska samfelagið betur.
Undirvísingin er býtt upp í tvey førleikastig.
Førleikastig 1 og førleikastig 2.
Ætlanin er at víðka skeiðið til førleikastig 3 eisini. Hetta verður tó ikki í ár.
Undirvísinin fer fram í nýggjara skúlanum á Tvøroyri – sum er omanfyri Apotekið á Tvøroyri.
Undirvísarar í føroyskum eru Poul B. Olsen og Lív Næs
Undirvísari í samfelagsfrøði er Jónleyg Bech.
Tilmelding fer fram á tlf: 58 79 75 (Lív) ella 21 19 71 (Poul)
Last modified: 24. januar 2019