Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ókeypis fyrilestur um tara í Miðlatúni týsdagin kl. 17.45

27. oktober 2020

Taraskógir á havsins botni skapa grundarlag fyri lívi og lívmargfeldi. Í einari verð við øktum trýsti á landbúnaðartilfeingið, verður størri dentur lagdur á tara sum nýggja, burðardygga rávøru til matvøru, fóður, og serstøk lívvirkin evnir. Ein rávøra, sum vit møguliga kunnu framleiða við positivari ávirkan á umhvørvið.
 
Fyrilestrahaldari: Annette Bruhn, Seniorforsker i marine økologi, Institut for Bioscience, Aarhus Universitet
Fyriskipari: Aarhus Universitet
Talan er um ókeypis fyrilestur, sum verður í Miðlatúni týsdagin 27. oktober. kl. 17.45
 
Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Miðlatúni. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Miðlatúni, í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Her er eitt yvirlit: https://ofn.au.dk/sted/
 
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar umvegis sms ella twitter og fáa svar. Meira um hetta á staðnum.
 
Til henda fyrilesturin eru smakkiroyndir at fáa, tú kanst royna: Sjósalat, Sukurtara og Søl.
 
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn. 

 

Last modified: 27. oktober 2020