Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ókeypis fyrilestur: Ferðin út í rúmdina

5. oktober 2020

Ókeypis fyrilestur: Ferðin út í rúmdina í Miðlatúni týsdagin 6. okt. kl. 17.45.

Hvussu koma rúmdarsondur og sattelittar út í rúmdina? Hvørjir banar verða teir vanliga sendir í og hvussu fáast teir í hesar? – Ja, hetta er rakettvísind! Skrell, ljósdálking og plásstrot í rúmdini eru bara nakrar av avbjóðingunum, sum granskarar skulu viðgera tá ómannaðar rúmdarferðir skulu fremjast

Fyrilesturhaldari: Hans Kjeldsen, professari í stjørnufysikk á Institut for Fysik og Astronomi, Aarhus Universitet

Fyriskipari: Aarhus Universitet

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum á Vágs býarbókasavnið í Miðlatún í Vági. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum, í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar umvegis sms ella twitter.

Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt søtt afturvið.

Last modified: 5. oktober 2020