Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Økið av Marknoyri og út á Nes

6. september 2019

Seinastu tíðina hevur ávíst kjak verið um vegin, gøtuljós, gongubreyt o.a. frá økinum av Marknoyri og út á Nes. Í hesum sambandi skal Tekniska deild greiða stutt frá hvat er framt á økinum og hvat er á skrá í næstu framtíð.

 

Dagføringar á Nesi

Seinastu 2-3 árini eru gjørdar ávísar dagføringar úti á Nesi. Gøtuljósini eru dagførd og eru seinastu gomlu træ-steyrarnir við luftlinjum útskiftir við nýggjar stál-steyrar, og teir nýggjastu hava orkusparandi LED ljós.

Eftir áheitan frá fólki á Nesi eru eisini dagføringar gjørdar á vegin millum húsini á Nesi og ábøtur eru eisini gjørdar fyri at burturbeina yvirflatuvatn og eru rennur eisini grivnar upp.

Vegurin er eisini breiðkaður í støðum, eftir er tó at fáa álagt asfalt.

Eisini er sett á skrá, at býlingurin verður ruddaður í tráð við Umhvørvislóggávuna.

Vegurin oman á Nes-kei, sum var í sera ringum standi, er dagførdur og gøtuljós er sett upp við Nes-kei.

 

Landsvegurin / Nesvegurin

Vegurin av Marknoyri út á Nes, sokallaði Nesvegurin, er landsvegur, sum Landsverk varir av og hevur fulla ábyrgd av. Landsverk heldur henda vegin, sum í sínari tíð (tíverri) einans varð gjørdur til bilferðslu, og av somu orsøk ikki er ætlaður fólki til gongu.

Dagliga síggjast fólk tó renna og ganga framvið ella á Nesvegi, og viðurskiftini eru alt annað enn trygg og nøktandi.

Vágs Kommuna hevur í fleiri førum víst á, at tørvur er á einari gongubreyt framvið Nesveg, og at hesin tørvurin bert veksur, við serligum atliti til ferðslutrygdina, og ikki minst átøkum frá t.d. Fólkaheilsuráðnum, har heitt verður á fólk um at røra seg meir.

Støðan er tó tann, at Landsverk, sum hevur ábyrgd av hesum vegastrekki, sigur, at vegna vantandi játtan, er ikki møguligt at gera eina trygga gongubreyt framvið Nesvegnum. Vágs Kommunu hevur tó kravt, nú SEV fer at grava fyri einum háspenningskaðali fram við Nesvegnum, at hesin verður lagdur í norðara vegjaðarin, og at vegjaðarin verður breiðkaður upp til 250cm. Hetta hevur Landsverk givið samtykki um og játtað. Talan verður tó ikki um eina av Landverki góðkendari gongubreyt, men eitt økið har fólk til gongu kunna ferðast við varsemi, havandi í huga at bilar koyra framvið við høgari ferð (80 km/t).

Í hesari somu verkætlan, var ynski og áheitanin frá Vágs Kommunu á Landsverk, um eisini at útskiftir gomlu træ-steyrarnar við gøtuljósum framvið Nesvegnum við stál-steyrar við nýggjum orkusparandi LED ljósum. Landsverk hevur sum er ikki játtan til at bera kostnaðin av hesari íløguni, men Landverk vil tó fylgja áheitanini frá Teknisku deild um at leggja el-kaðal framvið vegnum, sum seinni kann íbindast stál-steyrar við LED ljósum.    

Gøtuljósini í gomlu træ-steyrunum framvið Nesvegi eru settir á skrá at vera umvældir av Vágs Kommunu, soleiðis at farleiðin kann verða so gott upplýst sum tilber, hetta eisini við vón um at træ-steyrarnir sum skjótast verða útskiftir av Landsverk til tíðarhóskandi stál-steyrar við orkusparandi LED ljósum.    

 

Vegurin út á Marknoyri

Vágs Kommuna hevur í inniverandi ári útskift umleið 50 gamlir træ-steyrar kring um í kommununi við stál-steyrar við orkusparandi LED ljósum. Tað eru tó fleiri træ-steyrar eftir, m.a. framvið Marknoyrarvegi. Tekniska deild hevur hetta strekkið á skrá, og ætlanin er at byrja í heyst og verða lidnir komandi vár.

Vágs Kommuna hevur brúkt nógva tíð og orku uppá at fríðkað og rudda um kring alla bygdina. Millum annað er grótkastið og økið á Marknoyri hampað og dagført nakað, um enn óruddi liggur niðri í fjøruni.

Fleiri átøk eru sett á skrá fyri at betra um ferðslutrygdina í kommununi. Líðarvegur er broyttur til 2-1 veg, royndir verða gjørdar við bungum og øðrum ferðtálmandi forðingum. Ferðmátarar eru uppsettir við skúlan, eins og gonguteigar við ljós skeltum eru uppsett. Toftavegur verður royndur sum einvegis ferðsluvegur.

Seinni í ár verður ein rundkoyring gjørd við parkeringsøkinum hjá Karl Olsen, sum skal stýra og lætta um ferðsluna millum Vágsveg, Toftaveg og Marknoyrarveg. Við hesari ætlan er eisini ynski at tálma ferðini á bilum, og staðfestast kann, at sum er, eru tað fleiri, sum ikki virða hámarks ferðina. Leggjast kann afturat, at ferðmátarin við skúlan hevur mált bil at hava koyrt framvið skúlan við 110km/t og fleiri har uppi ímóti.

Skoytast kann uppí, at í fleiri grannaløgum eru komin ynskir um at fáa uppsettar ferðtálmandi bungur, og í næstum verður støða tikin til um fleiri bungur skulu uppsetast, og um so er, hvar hesar skulu vera.

 

Myndina tók Bjartur Vest.

 

Last modified: 6. september 2019