Merkisdagur var ónsdagin 31 mai á býráðsskrivstovuni, har Oddmar Larsen varð heiðraður fyri 15 ára starvsdag.
Dennis Holm, borgarstjóri, takkaði Oddmari fyri trúgva tænastu og handaði gávu.
Saman við starvsfeløgunum á teknisku deild hjá Vágs kommunu fingu Oddmar og restin eisini ein góðan kaffimunn við rundstykkjum og kaku afturvið.
Last modified: 12. juni 2017