Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýtt piano í Vágs Skúla er væl stuðlað av fyritøkum.

1. maj 2014

Piano Vágs skúla

Í Vágs skúla tóku tey í morgun, 1. mai, í nýstlu eitt nýtt flygil ella piano.


Í mong ár hevur eitt gamalt klaver, ella piano, verið nýtt til morgunsang og tiltøk í Vágs Skúla. Og í mong, mong ár hevur verið tosað um, at brúk er fyri nýggjum og hóskandi piano til skúlan.


Ljóðførið verður brúkt hvønn morgun til morgunsang, men eisini til jólahald og samkomur, t.d. til próvhandan. Umframt er eisini vanligt, at skúlin av og á fær vitjan av listafólkum og bólkum, har eitt dygdargott ljóðføri veruliga kemur til sín rætt.

Saknur hevur verið í einum dygdargóðum piano, hóast gamla ljóðførið hevur tænt væl.

Eftir tos í mong, mong ár, gjørdist tað nú veruleiki at fáa eitt nýtt og flott flygil, ella piano, til Vágs Skúla. Hetta fegnast Vágs Kommuna og Vágs skúli um.
Og í morgun, tann 1. mai 2014, varð nýggja ljóðførið tikið í nýtslu.

Keypið er hjálpt sera væl ávegis við sera góðum stuðli frá virkjum og fyritøkum í Vági, ið tilsamans hava stuðlað so væl, at stuðulin svarar til meira enn helmingin av samlaða keypsprísinum.

Hesi hava stuðlað:
Suðuroyar Sparikassi
Vágs Timburhandil
Faroe Farming
Torgið
Tangavirkið
Scrabster Seafood

Takkað verður fyri góða stuðulin.

Ljóðførið er eitt flygil, Grand Piano, GP1, Yamaha.

Last modified: 20. oktober 2014