Í summar letur upp nýtt kampingpláss í Vági.
Vágs Býráð setti undan árskiftinum kampingpláss á fíggjarætlanina fyri árið 2014, og nú er gongd komin á at gera nýggja kampingplássið í Vági.
Nýggja kampingplássið verður gjørt eystanfyri Vágs Høll, millum høllina og Vatnið. Kampingplássið fer at gera nýtslu av góðu hentleikunum í síðubygninginum í Vágs Høll, sum liggur beint við kampingplássið. Í Vágs Høll eru bæði brúsur, wc og sauna, umframt vaskimaskina og turkitrumla, um tørvur skuldi verið á tí. Á kampingøkinum verður sjálvsagt møguleiki at tøma rottangan, umframt hjá kampingvognum at binda í vatn og streym. Eisini er internet á kampingplássinum.
Stutt fjarstøða er til Vatnið, til fótbóltsvøllin á Eiðinum, vestur á Vágseiðið, so talan er um framúr góða plasering av kampingplássinum, sigur Tórður Poulsen, formaður í Teknisku nevnd.
Kampingplássið verður gjørt í fleiri stigum. Í ár verða tey fyrstu 12 plássini gjørd liðug. Komandi ár verður víðkað um kampingplássið, samstundis sum nýggir hentleikar verða gjørdir í síðubygninginum í Vágs Høll.
Kampingplássið verður ætlandi klárt at taka í nýtslu í juni mánað.
Last modified: 20. oktober 2014