Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýtt á heimasíðuni: Kunning á enskum til tilflytarar

22. august 2019

Í samband við dagføringina av heimasíðuna hjá Vágs kommunu, er eisini gjørd ein ensk kunning til tilflytarar, sum flyta til Vágs kommunu. 

Millum annað er kunning:

  • Til nýggjar borgarar
  • Um integratión
  • Um dagrøkt/barnaansing
  • Um útbúgving
  • Um heilsutænastur

 

Taka væl ímóti tilflytarum og gestum

Tað liggur á okkum øllum ábyrgd at taka væl ímóti tilflytarum og gestum, og hetta er so eitt átak hjá kommununi fyri at betra um kunningina til tilflytarar, soleiðis at tey eru kunnaði um hvørjir møguleikar eru í nærumhvørvinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. -Og eru fólk eisini vælkomin at vísa til heimasíðuna hjá Vágs kommunu, fyri at kunna tilflytarar um hvørjir møguleikar eru í kommununi.

Ensku kunningina finnur tú á forsíðuni á heimasíðuni á vinstra bredda.

Vit taka eisini fegin ímóti uppskotum um hvussu kunningin kann víðkast og gerast enn betur, og ber til at senda okkum uppskot um hetta umvegis teldupost á vagur@vagur.fo.

 

 

Last modified: 22. august 2019