Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggjur filmur um Suðuroynna

22. april 2020

Í samstarvi við Visit Faroe Islands og CommIT letur Visit Suðuroy nú nýggjan film um Suðuroynna úr hondum. Talan er um ein sonevndan image-film, ið vísir okkum ta vøkru og fjølbroyttu Suðuroy. Tað er RACLIP, ið hevur staðið fyri filmsupptøkunum, og Visit Faroe Islands hevur fíggjað helvtina av verkætlanini.

Bæði náttúran og fólkið í Suðuroynni eru nakað heilt serligt. Oyggin liggur nakað burtur frá restini av landinum, og av tí sama eru helst fleiri føroyingar, sum ikki kenna Suðuroynna so væl.

Men júst í hesum tíðum er tað meira viðkomandi enn nakrantíð at síggja og vita, hvat okkara egna vakra land kann geva av upplivingum og ferðaminnum.

Nú er eitt gott høvi at seta Suðuroynna á tín bucket list og uppliva syðstu perluna í okkara landi.

 

Last modified: 22. april 2020