Í døgunum 25. til 28. august verður oljuráðstevna í Stavanger, har Vágs Havn eisini luttekur.
Miðvísa arbeiðið at bjóða Vágs Havn fram í oljuvinnuhøpi heldur áfram. Kunnandi tilfar er gjørt um Vágs Havn, bæði í samband við ætlaðu útbygging av oljuútgerðarhavn inni á Oyrunum og í samband við tær tænstur og teir møguleikar, sum longu eru við Vágs Havn og kring Vágsfjørð.
Nýggjur faldari er eisini gjørdur um Vágs Havn. Faldarin kann takast niður í pdf-formati her.
Last modified: 29. marts 2017