Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggju hølini á Fjarlestrardeplinum tikin í nýtslu

10. oktober 2013

2013-10 Fjarlestrardepilin (3)

Nú eru nýggju hølini hjá Fjarlestrardeplinum tikin í nýtslu. Fyrsti lesandi hevur fingið lykil og hevur hesar seinastu dagarnir brúkt hølini sum lestrarstað.

 

Fleiri hava víst áhugað at brúka hølini hjá Fjarlestrardeplinum, bæði í smb. við fjarlestrarútbúgvingar og sum lestrarstað meðan tey eru heima í Føroyum í feriu ella øðrum ørindum.

Endamálið við hølunum er eisini nettupp at bjóða tey fram til bæði fjarlesandi og føroyingar annars, sum eru undir útbúgving, men av einhvørjari orsøk, antin talan er um feriu ella annað, eru í Vági í lestrartíðini.

Tey, sum eru áhugaði í at brúka hølini, kunnu venda sær til Fjarlestrardepilin á tlf. 733040 ella á teldupost adressu info@fjarlestur.fo. Lesið eisini um Fjarlestrardepilin á www.fjarlestur.fo

Niðanfyri eru fleiri myndir av hølisviðurskiftunum.

 

Last modified: 10. oktober 2013