Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggjársheilsan frá Dennis Holm, borgarstjóra

30. december 2020

Árið 2020 fara okur helst øll at minnast sum árið, har korona-farsóttin herjaði heimin. Frá at allur heimurin lá opin fyri okkum øllum og okur hvør í sínum lagi og í felagsskapi leitaðu út at uppliva fjarskotin lond, varð heimurin við eitt “bundin niður”.

Nógv hava helst kent hesa tíðina við korona sum avmarkandi og sum eina skerjan av persónliga frælsinum – onnur hava verið fegin um, at átøk eru sett í verk fyri at forða fyri at korona-farsóttin skuldi raka okkara veiku og okkara gomlu.

Umframt syrgiligar menniskjaligar lagnur har stórt túsund tal av fólki hava latið lív orsaka av korona, so er stórur partur av heiminum eisini raktur búskaparliga av korona-farsóttini. Vinnur eru fánaðar burtur í onki og har tað fyrr vóru góður starvsmøguleikar er nú arbeiðsloysi og avbjóðandi umstøður hjá fólki kring allan heim.

Eisini Føroyar eru búskaparliga ávirkaðar av korona-farsóttini, men her í nærumhvørvinum hava okur í summar notið gott av teimum súlum, sum eru lagaðar undir lokala búskapinum seinastu 7-8 árini.

Fyri góðum 8 árum síðani fingu okur á Lista E dyggan stuðul frá borgarunum við kommunuvalið – og eg fekk tann stóra heiður at verða bjóðaður borgarstjórasessin í Vágs kommunu. Áðrenn eg tók av hesum tilboði frá býráðsmeirilutanum, tryggjaði eg mær stuðul til eina ætlan um at ganga nýggjar leiðir í Vágs kommunu.

Vágs kommuna hevði árini fram til 2013 verið í einari keðiligari gongd, har alt ov nógvir pílar peikaðu skeiva vegin. Fólkatalið minkaði – serliga orsaka av at okkara ungu fluttu uttan at hava nakran dreym um at flyta aftur. Arbeiðsloysið vaks og hetta merkti eisini fíggjarliga grundarlagið hjá kommununi – rásarúm var so lítið, at vælvild hjá peningastovnum var neyðug fyri at rinda kommunalu starvsfólkunum løn í fleiri mánaðir í 2013.

Í nógv áratíggju hevði fiskivinnan verið høvuðsgrundarlagið í nærumhvørvinum, men eftir at Faroe Seafood Prime fór á húsagang í desember 2010 og flakavirkið “Polarfrost” lat aftur hevur tað gingið niður á bakka ár um ár og fiskivinnan í Vági er tíverri fánað burtur í onki.

Tí var eisini so heilt avgerandi neyðugt at ganga nýggjar leiðir, tá valskeiðið byrjaði í 2013.

Frá fyrsta degi í januar 2013 varð gjørt eitt miðvíst tilval av upplivingarbúskapinum sum einari týðandi súlu undir lokala búskapinum. Upplivingarbúskapurin fevnir m.a. um ferðavinnu, um ítróttar- og adventure vinnu og -skúlar, og um tænastuvinnur, sum leggja seg eftir at bjóða einstaklingum og bólkum serligar upplivingar – og har setur bert hugflogið mørk.

Søgan hevur víst okkum, at tað er avbjóðandi at ganga nýggjar leiðir, tí ofta merkir hetta, at man má fara burtur frá tí kenda trygga, tá kós verður sett á nýggjar leiðir.

Á leiðini hava nógv eisini ivast í, hvørt tað hevur givið meining at gera nýtt kampingpláss og skapa verkætlanina við smáttunum við Laksá fyri at økja um talið av songjarplássum til ferðafólk. Stuðulin var hinvegin stórur til stórslignu bygdaverkætlanina og felags dreymin um Páls Høll, sum gjørdist veruleiki í 2015, tó nøkur helst ivaðust og hugsaðu Páls Høll sum eina øra verkætlan. Marghøllin fekk eisini somu skoðsmál av fleiri, men neyvan hevði nakar í dag vilja verið fyriuttan Marghøllina og Páls Høll og teir møguleikar, sum har eru til okkum øll og til vitjandi í Vági.

Tað vóru eisini fleiri, sum ivaðust í ætlanini um Ítróttaháskúla. -Um tað fór at geva nakað sum helst til nærumhvørvið – og um nakar yvirhøvur fór at koma til Vágs á Ítróttaháskúla. Um tvær vikur flyta 48 næmingar inn í nýggja næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum – og kennist tað næstan óveruligt, at ein skúli, sum bara hevur 4½ ár á baki hevur havt so fantastiska gongd og so skjótt hevur fingið framúr umstøður. Hetta sigur eitt sindur um hvussu einastandi gott tilboð okur hava skapt við Ítróttaháskúlanum – og gongan eigur ikki at steðga her!

Eins og Ítróttaháskúlin, so er miðvísa satsi uppá ferðavinnuna eisini vorðið ein stór sólskinssøga í nærumhvørvinum. Frá at kalla ongari ferðavinnu, er Vágur í dag ferðavinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum – og onki annað stað í landium hevur pr. borgara so nógv at bjóða ferðafólkum, sum Vágur hevur, bæði tá umræður gistingarmøguleikum, matstovum og kafeum og upplivingum annars í nærumhvørvinum. Hetta skapar inntøkur, størv, ringvirkningar og nýggjar møguleikar – har bara hugflogið setur avmarkingina.

Størsta broytingin – og er hetta helst ein av broytinginum, sum eg eri allar fegnast av at hava verið partur av – er, at Vágs kommuna seinastu árini er broytt frá at hava eina sera keðiliga og neiliga mynd í Føroyum, til at verða eitt ómetaliga spennandi og innbjóðandi stað, og eitt stað sum torir at ganga nýggjar leiðir á nógvum ymiskum økjum. Ein broyting, sum hevur fingið viðurkenning í Føroyum og uttanlands við.

Við broytingini er eisini mentur ein lokalur stóltleiki og ein positiv lokal útstráling um at her er sera gott at búgva og verða – og hesar jaligu útstrálingarnar smitta á onnur, eisini uttanfyri bygdamark og landamark. Hetta sæst eisini aftur í veksandi fólkatali og øktari tilflyting – og komandi vikuna flyta tvær familjur afturat til Vágs og fer fólkatalið tá aftur uppum 1.400, eftir at tað í september í 2013 var komið niður á 1.296 fólk, tað lægsta í eini 80 ár.

Jaliga útstrálingin sæst eisini aftur í veksandi áhuga og dirvi í at gera íløgur í Vági. Sæst aftur við fleiri nýstovnaðum lokalum tænastum. Í øktum tali av stórum verkætlanum, sum eru farnar ígongd og eru ávegis í Vágs kommunu. Hetta skapar eisini inntøkur, størv, ringvirkningar og nýggjar møguleikar.

Hesi 8 árini sum borgarstjóri í Vágs kommunu hava verið ómetaliga spennandi og ikki minst krevjandi, men tey hava ikki verið til fánýtis. Í felag hava okur lagt lunnar undir eina spennandi framtíð – eru farin frá truplum og avbjóðandi tíðum til eina sera góða gongd – eina gongd, sum okur øll vónandi fara at njóta gott av komandi árini.

Eg eri takksamur fyri at havi verið so heppin at sleppa at arbeiða saman við ómetaliga dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki í Vágs kommunu, og eri eisini eyðmjúkur um, at mær hevur verið givið álit til at ganga undan í einari felags gongu fram á leið fyri Vágs kommunu.

Um fáar tímar fara okur um midnátt á ársins síðsta degi. Fyri flestu vágbingar úti og heima er hetta helst størsta løtan av árinum. Korona-farsóttin ger tó, at árið í ár verður heldur øðrvísi.

Nógv okkara fara at sakna faklagonguna og stórbæru kensluligu løtuna kring skrýdda bátin á Tríkantinum við sálminum “Tíðin rennur sum streymur í á”, men undangongufólkini í  Nýggjársnevndini fara eins og undanfarin ár at gera nýggjárshaldið í ár til eitt minni fyri lívið – hjartans tøkk fyri tykkara megnaarbeiði ár um ár okkum øllum at frama.

Við orðunum hjá NePtuN fari eg at ynskja øllum nær og fjar eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við takk fyri tað brátt farna ári.

 

Tak hendur saman, meðan ynski ljóða:

– Gott nýttár øll – takk fyri tað, sum fer !

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Last modified: 30. december 2020