Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggjar máltalvur í jólagávu

25. december 2020

Tað hevur longi verið eitt ynski at fáa nýggja máltalvu í Vágs Høll og at fáa eina máltalvu í Marghøllini. Og nú hava báðar hallirnar fingið nýggjar máltalvur í jólagávu.

Í samband við umraðfestingar á fíggjarætlanini fyri 2020 gjørdi býráðið fyrr í desember millum annað av, at nýggjar máltalvur skuldu keypast til báðar hallirnar.

Máltalvan í Vágs Høll hevur tænt fyri seg og tað kemur eisini meiri enn so fyri, at feilur er við talvuni meðan dystir eru ígongd. VB-hondbóltur hevur av somu orsøk havt eitt ynski um at fáa nýggja talvu til Vágs Høll – og nú verður hetta ynski uppfylt.

Í Marghøllini er ongin máltalva, hóast tørvur er á máltalvu í høllini. Men hesin tørvur verður nú nøktaður, tí nýggj máltalva er eisini keypt til Marghøllina.

Máltalvan til Vágs Høll er lík teirri í myndini niðanfyri, sum er ein máltalva serliga ætla til hondbólt, meðan máltalvan í Marghøllini er nakað minni og nøktar tørvin t.d. til fótbóltsdystir.

Last modified: 25. december 2020