Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggjar bungur á Bøgøtu

25. august 2021

Fyri at bøta um ferðslutrygdina í Vágs Kommunu var samtykt í Apríl 2021 í Ferðslunevndini og Teknisku- og Umhvørvisnevndini, at fýra bungur skulu setast upp á Bøgøtu.

Í dag hevur tekniska toymið hjá Vágs kommunu sett upp ferðtálmandi bungur, deilt út á vegastrekki í Bøgøtu.

Endamálið við ferðtálmandi bungunum er at taka ferðina av bil- og skutara-ferðsluni á hesum vegastrekki, har nógv børn og ung hava dagliga gongd.

 

Last modified: 25. august 2021