Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggja spæliplássið á Sandinum liðugt

21. september 2020

Kanningar vísa, at góð minnir í barna- og ungdómsárunum hava ávirkan á, um fólk flyta heimaftur eftir lokna útbúgving. Av somu orsøk hevur Vágs kommuna seinastu árini arbeitt miðvíst við at gera umstøðurnar hjá børnum- og ungum so góðar sum tilber, soleiðis at barna- og ungdómsárini í Vágs kommunu verða so góð og minningarrík sum tilber.

Sum liður í hesum arbeiðinum varð í byrjanini av hesum valskeiðinum sett á skrá at gera nýggj spælipláss kring um í kommununi. Og fríggjadagin var nýggja spæliplássið á Sandinum liðugt. 

Sandurin er eitt av fleiri hugnaligum støðum í Vági, har nógv fólk njóta løturnar í hvønn dag. Og við nýggja spæliplássinum eru umstøðurnar til børn og barnafamiljur vorðnar enn betur í vakra umhvørvinum á Sandinum.

Hetta er triðja nýggja spæliplássið, sum er gjørt seinastu árini.

Í 2017 varð nýtt spælipláss gjørt við Vágs Skúla, í 2019 varð nýtt spælipláss gjørt við dagstovnin Eikilund – tvey spælipláss, sum verða nógv brúkt, bæði av dagstovnaøkinum, fólkaskúlanum og av øðrum vitjandi seinnapartar og í vikuskiftinum. -Og nú er so nýggja spæliplássið á Sandinum eisini liðugt. Leggjast kann afturat, at gongd er eisini sett á arbeiðið at gera nýtt spælipláss í miðbýnum. 

Vónandi verður tikið væl ímóti nýggja spæliplássinum á Sandinum.

Við nýggja spæliplássinum á Sandinum, so eru vit komin eitt vet nærri dreyminum hjá Palla í Tøðuni, sum hann yrkti um í nýggjárssangi síðst í 1960unum:

Sandurin er eitt tað vakrasta stað,
ein blómugarð vit kunnu byggja,
tí harmar tað mangan vágbing í dag,
hann skal sum eitt runudíki liggja,
var tað ikki betri hann innigirdur varð,
til spælipláss og til barnagarð,
og til gomul og útslitin pør,
skapt eitt Eden í sól við Vágsfjørð.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir.

 

Last modified: 21. september 2020