Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggj heimasíða, ein tænasta til tín!

27. februar 2013

Vágur-Vágseiðið

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Vágs kommunu.


Nýggja heimasíðan er ein liður í at styrkja kunningina um virksemi hjá Vágs kommunu og um hvat fyriferst í kommununi annars. Heimasíðan er eisini pallurin, ið skal tryggja opinleika og gjøgnumskygni til borgaran. -Pallurin, ið skal gera tað so lætt sum tilber hjá tær, at finna kunning um tær kommunalu tænastur, ið júst tú hevur tørv á.

Men umframt at bera kunning um virksemi og tænastur hjá Vágs kommunu, so er heimasíðan eisini ætlað sum ein pallur, har borgarar kunnu bjóða nakrar av sínum tænastum fram. Í fyrsta umfari er talan um ein bústaðar- og grundstykkjamarknað, sum skal tryggja so lætta atgongd sum gjørligt til ein bústað í Vágs kommunu.

Á heimasíðuni verður hartil sjálvsagt kunna um nýggj átøk, spennandi verkætlanir og øðrvísi ætlanir, sum býráðið í Vági kemur at arbeiða við í komandi tíðum.

Vónandi verður tikið væl ímóti nýggju heimasíðuni.

 

Dennis Holm, borgarstjóri

 

Last modified: 27. februar 2013