“Nú gerast kvøldini myrk og long” hoyra vit Anniku Hoydal syngja saman við Harkaliðnum. -Og tá kvøldini eru myrk og long, er eisini neyðugt við góðum ljósi, soleiðis at fólk kunnu kenna seg trygga á leiðini.
Ein tann mest brúka gøta í Vágs kommunu er helst gøtan kring Vatnið.
Í 2008 vórðu ljós sett upp kring Vatnið – ljós, sum el-fyritøkan Gudmund Larsen hevði latið til Vágs kommunu í samband við 100 ára føðingardagin hjá kommununi.
Tey ljósini høvdu tænt fyri seg og trupult var eisini at fáa eykalutir, tí varð fyrr í heyst gjørt av at skifta gøtuljósini kring Vatnið.
Tey nýggju gøtuljósini vórðu sett upp og tendraði fyrr í mánaðinum og lýsa nú til gleði og gagns fyri tey mongu, sum leggja leiðina kring Vatnið at njóta løturnar.
Last modified: 22. november 2020