Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggj gøtuljós og tryggari umstøður hjá fólki til gongu út á Nes

28. maj 2020

Tað hevur í nógv ár verið eitt ynski hjá borgarum í Vágs kommunu at fáa dagført gomlu gøtuljósini út á Nes, og eisini at fáa breiðka vegøkslina fram við landsvegnum, soleiðis at umstøðurnar hjá fólki til gongu út á Nes gerast tryggari.

Landsverk og Vágs kommuna hava í eina tíð samstarvað um at gera eina ferðslutrygdarætlan, sum eisini fevnir um hetta økið, og lýsir tørvin og møguligar loysnir fyri at gera tað tryggari hjá fólki til gongu og súkklandi ferðsluni har á leiðini. Talan er um eitt strekki, sum nógv fólk ferðast eftir dagliga. Trygdartiltøk bæði á landsvegi og á kommunalum vegi eru viðgjørd í ferðslutrygdarætlanini, og fleiri eru sett í verk.

Í samband við at SEV skal leggja nýggjan háspenningskaðal fram við landsvegnum úr Vági norður á Tvøroyri, og fer undir at grava kaðalgrøv har á leiðini, riggar tað væl at fara undir arbeiðið at gera umstøðurnar hjá fólki til gongu út á Nes tryggari samstundis. SEV og Landsverk hava tí gjørt avtalu um, at meðan SEV leggur kaðalar, verður vegøkslin breiðkað og asfalterað. Hetta skuldi gerast óansæð fyri at fáa pláss til leiðingarnar. Afturat hesum hava Vágs kommuna og Landsverk so gjørt avtalu um at seta nýggj gøtuljós upp á hesum vegateini. Samstarvið partanna millum inniber sostatt, at hetta ferðslutrygdartiltakið nú kann setast í gongd. 

Á býráðsfundi mánakvøldið viðgjørdi Vágs Býráð avtaluna við Landsverk, og samtykti eitt einmælt býráð, at kommunan skuldi gera avtalu við Landsverk um, at kommunan rindar ein part av útreiðslunum fyri nýggj gøtuljós út á Nes.

Arbeiðið at skifta út gomlu træpelarnar og gomlu gøtuljósini við nýggjar stálpelar og LED-ljós og at breiðka vegøkslina fram við vegnum út á Nes byrjar í næstum. Í mun til verandi gøtuljós, sum endað við grótbrotið á Nesi, so koma nýggju gøtuljósini at ganga útum vegin niðan á Nes. Gongst sum ætlað, verður komið á mál við ætlanini í summar.

 

Myndina tók Bjartur Vest

Last modified: 28. maj 2020