Í januar søkti Vágs kommuna eftir skrivstovunæmingi til at starvast í Miðlatúni og í umsitingini á kommunuskrivstovuni. Inn komu 5 umsóknir og eftir at setanarsamrøður vóru hildnar, varð avgjørt at seta Majken Sandá í starvið.
Majken kemur í starvið við einari áhugaverdari skjáttu av arbeiðsroyndum og útbúgvingum. Harafturat hevur Majken avloyst í m.a. Miðlatúni seinastu tvey árini, so hon hevur gott innlit í mannagongdir og uppgávur, sum starvið fevnir um. Umframt hettar, so kemur Majken við einum fantastiskum arbeiðsmorali og hugburið, sum kemur at gagna arbeiðsplássið, starvsfelagarnar og viðskiftafólki.
Last modified: 7. april 2021