Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggi dagstovnurin opin fyri almenninginum sunnudagin

31. maj 2013

2013-05-30 Barnagarðurin í Vági

Sunnudagin 2. juni frá kl. 14 til kl. 17 verður nýggi dagstovnurin, Eikilund í Vági opin fyri almenninginum.


Talan verður um ein dag, barnsins dagur, sum børnini skulu minnast sum dagin, tá dagstovnurin lat upp í Vági.

Nógv ymiskt er á skránni til børnini sunnudagin: Har verður hoppiborg, trampolin, mánabilar, súklur, andlitsmáling – alt væl skipað við starvsfólkunum á Eikilund.
Eisini verður bjóðað te, kaffi, saft, vatn, frukt, smákøkur og lagkøku

Skráin fyri dagin er annars hendan:
• Dennis Holm, borgarstjóri bjóðar vælkomin
• Børnini í Eikilund syngja saman fyri fólkinum
• Dagrøktin handar eina mynd
• Barnakóri í frelsunarherinum syngur 3 sangir
• Sirið Stenberg og Eydis Kjærbo frá Mentanarnevndini flyta fram røðu
• Anna Maria Jacobsen, leiðari av dagstovninum Eikilund flytur fram røðu

Síðani vera fólk boðin at fara runt á stovninum at hyggja, eitt starvsfólk er í hvørjari stovu og á kreativa verkstaðnum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Last modified: 31. maj 2013