Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggi dagstovnurin liðugur og goldin

31. oktober 2013

2013-05-Barnagardur-nastan-klart

Í mai mánað í ár varð nýggi dagstovnurin í Vági, Eikilund, við vøggustovu, barnagarðsstovum og frítíðarskúla tikin í nýtslu. Dagstovnurin Eikilund er normeraður til tilsamans 90 børn, 66 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn.


Nú gjørt er upp, er greitt, at nýggi dagstovnurin tilsamans kostaði góðar 9,8 mió. kr. at byggja, íroknað hesum er grundøkið fyri góðar 0,9 mió. kr., umframt liðuggerð av økinum kring dagstovnin, bæði galdandi fyri spælipláss og parkeringøkið.

Vágs Kommunan valdi, tá farið varð undir dagstovnin, ikki at taka upp lán fyri at byggja dagstovnin. Nú dagstovnurin er liðugur og samlaði byggikostnaðurin er uppgjørdur, kann eisini staðfestast, at dagstovnurin er goldin. Seinasti parturin, umleið 3,4 mió. kr. eru goldnar í ár.

 

Last modified: 31. oktober 2013