Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýggi barnagarðurin tikin í nýtslu

15. maj 2013

2013-05-15 Barnagardurin_3

Í morgun varð nýggi barnagarðurin í Vági, Dagstovnurin Eikilund, tikin í nýtslu. Og við hesum er eitt meiri enn 20 ára gamalt ynski hjá borgarum í Vágs kommunu uppfylt.

 

Spakin til nýggja barnagarðin varð settur í september 2011. Økið varð grivið út og gjørt byggiklárt í tíðarskeiðinum eftir hetta. Í apríl 2012 varð verulig ferð sett á byggingina av nýggja barnagarðinum. Og í morgun fluttu so fyrstu børnini inn í nýggja barnagarðin.

Í barnagarðinum er vøggustova og barnagarður (og frítíðarskúli). Barnagarðarurin er normaður til 66 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Leiðari av barnagarðinum er Anna Maria Jacobsen.

Barnagarðurin er teknaður av Tórhalli Áslakssyni, tekniska leiðara hjá Vágs kommunu. Innrættingin er tó sjálvsagt skipað í samstarvi við leiðarar og starvsfólk á ansingarøkinum í kommununi.

Barnagarðurin er umleið 530 m2. Endaligi kostnaðurin er ikki gjørdur upp enn, men barnagarðurin kemur samanlagt at kosta millum 8 og 9 mió. kr., íroknað hesum er grundstykki, sjálvur bygningurin við inventari, spælipláss, og alt lendisarbeiðið á økinum rundan um barnagarðin.

Við nýggja barnagarðinum hevur Vágs kommuna tvey sera góð tilboð til foreldur, sum ynskja barnaansing. Nýggi barnagarðurin kemur afturat verandi dagrøktarskipan, sum heldur áfram.

Barnaansingin í Vági verður sostatt hereftir skipað soleiðis, at børn undir 3 ár verða í dagrøktarskipanini og í vøggustovuni í nýggja barnagarðinum, meðan børn, sum eru 3 ár og eldri koma at ganga í barnagarði og í frítíðarskúla í nýggja barnagarðinum.

Last modified: 15. maj 2013