Í komandi viku er stórur dagur í Vági, tí tá verður nýggi barnagarðurin tikin í nýtslu.
Í barnagarðinum er vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli – og børn í hesum aldursbólkum flyta í komandi viku inn í nýggja barnagarðin.
Við nýggja barnagarðinum hevur Vágs kommuna tvey sera góð tilboð til foreldur, sum ynskja barnaansing. Nýggi barnagarðurin kemur afturat verandi dagrøktarskipan, sum heldur áfram.
Barnaansingin í Vági verður sostatt hereftir skipað soleiðis, at børn undir 3 ár verða í dagrøktarskipanini og í vøggustovuni í nýggja barnagarðinum, meðan børn, sum eru 3 ár og eldri koma at ganga í barnagarði og í frítíðarskúla í nýggja barnagarðinum.
Kunnandi fundur fyri foreldrum týskvøldið 14. mai
Í samband við at nýggi barnagarðurin verður tikin í nýtslu, verður kunnandi fundur fyri foreldur við børnum, sum skulu í ansing í barnagarðinum, týskvøldið 14. mai kl. 19.00. Fundurin verður í nýggja barnagarðinum.
Fleiri myndir niðanfyri
Last modified: 7. maj 2013