Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nýgera vegin vestur í Geilina

2. juni 2016

Í fjør varð farið undir arbeiðið at nýgera vegin vestur í Geilina. Samstundis varð verkætlan gjørd fyri hvussu vegurin skal nýgerast. -Og nú verður so farið ígongd við hetta arbeiðið.

Í komandi viku byrjar arbeiði at breiðka vegin í vestara parti av Geilini.

Vegurin verður breiðkaður nýggjar leiðingar til vatn og annað verða lagdar í vegin.

Byrjað verður vestanfyri húsini hjá Herman Christiansen, Geilin 70, og arbeitt verður vestureftir.

Arbeiði kemur í ávísan mun at tarna ferðsluni, men tað er ikki ætlanin at stongja vegin. Stuttar bíðitíðir kunna væntast í samband lastbila-koyring.

Tað kann eisini koma fyri, at vatn- og streymveiting, umframt tele-samband verður órógvað í samband við umleggingar av leiðingum.

 

Last modified: 3. juni 2016