Nú er farið undir at nýgera gongubreytina á Vágsvegi.
Gongubreytin er illa farin og tað hevur longið verið eitt ynskja at fáa nýgjørt gongubreytina.
Roynt var í 2015 við útbjóðing at fáa gjørt gongubreytina, men hetta bar ikki á mál. Nú eru so arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu farnir undir arbeiðið.
Heitt verður á bilførara um at vísa varsemi, nú arbeitt verður við gongubreytina framvið Vágsvegi, millum Vágs Skúla og Marknoyrarveg.
Last modified: 29. august 2016