Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nú kemur ungdómstilboðið í Vágs kommunu

18. december 2013

Ungdomur

Í hesum døgum verður lýst eftir starvsfólki at standa fyri ungdómstilboðnum í Vágs kommunu.

Við hesum er eisini greitt, at eitt nýtt ungdómstilboð í Vágs kommunu nú gerst veruleiki, eins og samtykt varð á seinasta býráðsfundi, tá fíggjarætlanin fyri 2014 varð samtykt.

Ungdómtilboðið byrjar 1. februar 2014 og fer at virka í einari royndarskipan fram til 1. mai 2014. Eftir tað verður ein eftirmeting gjørd og avgerð tá tikin um hvussu ungdómstilboðið verður skipað eftir summarfrítíðina komandi ár.

Nýggja ungdómstilboðið er ein liður í miðvísa arbeiðinum hjá Vágs kommuna at skipa eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi umhvørvi til okkara børn og ungu. Endamálið við nýggjum tilboðum til okkara børn og ungu er, at kommunan vil verða virkin viðspælari til at byggja upp góð minni hjá okkara ungdómi í barna- og ungdómsárunum – góð minni, sum skulu eggja teimum at leita aftur til Vágs, tá tey einaferð í framtíðini eru liðug við útbúgvingina.

Nú lýst verður eftir starvsfólki at standa fyri ungdómstilboðnum í Vágs kommunu kann leggjast afturat, at umsóknarfreistin er 6. januar 2014 kl. 12.00.

Lýsingin eftir starvsfólki er her

Last modified: 18. december 2013