Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nú er ókeypis skúla-bussleiðin í Vági virkin

5. januar 2016

Vágur-DH

Nú skúlin er byrjaður aftur eftir jólafrítíðina er ókeypis skúla-bussleiðin í Vágs kommunu eisini farin at virka. Við øðrum orðum kunnu skúlabørn í Vágs kommunu, sum ganga í Vágs Skúla, ókeypis koyra við bussi til og úr skúla.


Talan er um tvær bussleiðir.
Bussurin, sum kemur úr Sumba (leið 700 til Tvøroyri), og koyrir eftir Líðarvegnum, vestur til Vatnið, og síðani út eftir høvuðsvegnum, út til Vágs skúla. Og bussurin, sum kemur av Tvøroyri (leið 700 til Vágs), koyrir úr Porkeri og inneftir Nesvegnum og Markoyrarvegnum og inn til Vágs skúla.
Næmingar fara bara uppí bussin og siga frá, at tey skulu í skúla. Ikki er neyðugt at vísa kort.

Busssteðgistøð
Bussurin úr Sumba er inni í Líðini umleið kl. 7.40 og koyrir síðani vestur til Vatnið og út gjøgnum býin. Steðgistøðini eru hesi:

Inni í Líðini við AutoVulk
Inni á Bakka við Magn
Á Vatninum, við hjá Eyðfinn Mørk
Við Misá
Á Gørðunum
Á Løðhamri (bussskýlið)

Bussurin av Tvøroyri koyrir úr Porkeri umleið kl. 7.40 og inneftir Nesvegnum og Markoyrarvegnum. Steðgistøðini eru hesi:

Á Nesi (bussskýlið)
Í Neslíð
Á Marknoyri (við vendiplássið)
Bussskýlið á P-økinum við hjá Karl Olsen

Vónandi verður tikið væl ímóti hesari nýggju tænastuni.

Last modified: 5. januar 2016