Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Norrøna komin á Vág

17. februar 2013

Norrona-Vag-17-feb-2013

Um sjeytíðina í kvøld kom Norrøna inn eftir Vágsfirði og ein hálvan tíma seinni lá hon við bryggju framvið flakavirkinum, við reyvini inn á djúphavnina í Vági.


Norrøna skal komandi 4 vikurnar sigla fyri Smyril um Suðuroyarfjørð, meðan Smyril er í Danmark í dokk. Norrøna fer at sigla millum Vág og Havnina.

Last modified: 27. februar 2013