Ónsdagin 24. februar var ein norðurlendskur granskingarbólkur, The Nordic Study Lab, sum hevur til endamáls at greina hvørjar royndir eru við at stovnseta og skipa fjarlestrardeplar í Norðurlondum.
The Nordic Study Lab fevnir um fólk frá undirvísingar- og fjarlestrardeplum í Norra, Svøríki, Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Føroysku umboðanin er á Føroya Handilsskúla.
Endamálið við ferðini í Vági var at kunna seg um hvussu Fjarlestrardeplin varð stovnaður, hvussu skipanin riggar í dag og hvørjar tænastur Fjarlestrardepilin bjóðar. Granskingarbólkurin fekk eisini høvið at tosa við nøkur fjarlesandi á Fjarlestrardeplinum.
Áhugin fyri fjarlestri er vaksandi, bæði orsaka av at fleiri útbúgvingar verða bodnar út sum fjarlestur, og tí alsamt fleiri fólk hava áhugað í at taka útbúgvingar umvegis fjarlestur.
The Nordic Study Lab fer í samband við granskingarverkætlanina at geva út frágreiðing frá rundferðum teirra í Norðurlondum.
Last modified: 25. februar 2016