Fjarlestrardepilin: Stórur áhugi er í at lesa námsfrøði sum fjarlesandi.
Av somu orsøk verður nú arbeitt við møguleikanum at hava ein heilan flokk av námsfrøðingum sum fjarlesandi á Fjarlestrardeplinum.
Hevur hetta tín áhugað í at lesa námsfrøði, so set teg í samband við Fjarlestrardepilin á tlf. 239340 ella umvegis teldupost info@fjarlestur.fo
Tað hevur týdning, at tey, sum hava áhugað í hesari útbúgvingini, seta seg í samband við Fjarlestrardepilin sum skjótast, soleiðis at greiði fæst á, í hvønn mun upptøku-krøvini eru lokin, og í teimum førum upptøku-krøvini ikki eru lokin, hvussu Fjarlestrardepilin kann hjálpa til, soleiðis at tey neyðugu fakini kunnu takast áðrenn útbúgving byrjar.
Lesið meiri á www.fjarlestur.fo
Last modified: 18. februar 2015