Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nógv skip við kei við Vágs Havn

10. november 2015

Vágs Havn 10-11-2015a

Í dag hevur verið óvanliga nógv virksemi við Vágs Havn, har bæði seismic-skip, supply-skip, trolarar, fóðurflaki og sandbátur hava verið við kei.

Seismic-skipið Polar Empress og supplyskipið Sanco Sky hava seinnapartin ligið við djúphavnina og sokallaðu Smyrla-keiina. Við Polarfrost-keiina liggja trolarin Beinisvørð og fóðurflakin Arvanes. Meðan ein sandbáturin Havstreym lá við kei inni á Oyrunum. Partrolarin Tórun K, sum í morgun lá við Smyrla-keiina, er nú fluttur vestur um vestastu keina, í Vági nevnd, Diasa-kei.

Vágs Havn 10-11-2015 Vágs Havn 10-11-2015a Vágs Havn 10-11-2015b

Last modified: 29. marts 2017