Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nógv fólk ynskja lutaíbúð í Vágs kommunu

14. april 2020

Tá freistin at skriva seg upp til at gerast partur av lutaíbúðarætlan í Vágs kommunu var úti um Páskini høvdu fleiri enn 30 einstaklingar og pør skrivað seg upp til at gerast partur av lutaíbúðarætlanini í Vágs kommunu.

Tað er ein góður mánaður síðani, at ætlanin við lutaíbúðarbygging í Vágs kommunu varð løgd fram á almennum fundi í skúlahøllini í Vágs Skúla (lesið meiri um tann fundin her), og hava fólk síðani skrásett seg til at gerast partur av lutaíbúðarætlanini.

Vit høvdu frá byrjan væntað, at ávísur áhugi var, tí vit fáa javnan fyrispurningar um bústaðir og íbúðir í Vágs kommunu, men neyvan hevði nakar væntað, at áhugin fór at verða so stórur, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Nú verður so farið undir næsta stig í ætlanini, sum m.a. fevnir um at fólk skulu binda seg til at verða partur av ætlanini, at nágreina prísir og fáa fíggjarliga partin endaliga uppá pláss, sigur Dennis Holm.

Stutt um ætlanina við lutaíbúðum í Vágs kommunu

Ætlanin fevnir um at byggja íbúðir í tveimum ymiskum støðum í Vági: Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum.

Talan er um lutaíbúðarætlan, har møguleiki er fyri íbúðum í trimum ymiskum støddum, íbúð við 1 kamari, 2 kømrum og 3 kømrum. 

Lutaíbúðir eru skipaðar á tann hátt, at luthavarar umframt at rinda innskot í lutaíbúðarfelagið, eisini rinda mánaðarliga leigu.

 

Last modified: 14. april 2020