Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nógv á skránni í Vági í vikuskiftinum

26. november 2014

Vágur sólarris

Í sambandi við ókeypis siglingina við Smyrli vikuskiftið 28. – 30. nov., so verða hópin av tiltøkum á skránni í Vági.

Nú jólini nærkast verða jólastovur bæði í Ruth Smith-savninum og á Hamragarði, Verkstaðið á Bakka hevur jólasølu og jólatræið á Minnisvarðanum verður tendrað. Handlar í Vági fara at hava leingi opið, so tað skuldi verið eitt gott høvi til at keypt jólagávur og jólastás.

Harumframt hava stovnarnir – Eikilund, Eldrasambýlið og Hamragarður – tiltøk á skránni, sum øll eru vælkomin til. Søvnini í Gamla Skúla hava opið, og Stóra Pakkhús hevur eisini tiltøk á skránni.

Um ein ynskir at røra seg, áðrenn nøkur jóla-kilo seta seg, so verður møguleiki at ganga ella renna ein túr av Sandinum ella svimja í Vágs Svimjihøll. Okkurt verður eisini til børnini; á Torginum kunnu børn baka smákøkur, barnagudstænasta verður í Vágs Kirkju, og tá ið jólatræið á Minnisvarðanum verður tendrað, koma jólamenn sjálvandi við pakkum til børnini.
Vónandi fáa vit øll eitt gott og hugnaligt vikuskifti í Vági.

Skrá:

Fríggjadagur 28. nov.
13.00 – 18.00 Verkstaðið á Bakka hevur jólasølu í Handverkarahúsinum. (Jólasølan er opin 24.- 28. nov. kl. 13.00 -18.00)
17.00 Fimmari í Stóra Pakkhúsi

Leygardagur 29. nov.
10.00 – 17.00 Handlar í Vági hava opið
10.00 Gakk og Renn. Byrjað verður vesturi á Sandinum, har kort yvir ymiskar teinar hongur. Fleiri teinar eru at velja í – tann stytsti er 1,98 km og tann longsti er 9,18 km.
13.00 – 18.00 Ókeypis svimjing í Vágs Svimjihøll fyri børn og vaksin.
13.00 – 15.00 Barnagarðurin Eikilund hevur opið hús og bjóðar kaffi, vaflur og frukt. Øll, ið hava hug at síggja stovnin, eru vælkomin.
13.00 – 15.00 Eldrasambýlið hevur opið hús. 13.30 fer NePtuN at lesa yrkingar.
14.00 Jólastova á Hamragarði. Hergeir Nielsen at hugleiða um gamlar dagar. Øll eru vælkomin.
14.00 Barnatiltak á Torginum. Møguleiki verður hjá børnum at bakað smákøkur saman við starvsfólki.
15.00 – 17.00 Ruth Smith-savnið hevur opið. Jólastova verður í niðaru hædd.
15.00 – 17.00 Savnið “Vágur og 2. heimsbardagi” hevur opið. Modell av skipunum, sum fórust undir 2. heimsbardaga.
21.00 Ølsmakking, ábit og sangur í Stóra Pakkhúsi.

Sunnudagur 30. nov.
11.00 Barnagudstænasta í Vágs Kirkju við Jens Mortan Mortensen, presti.
15.00 – 19.00 Handlar í Vági hava opið.
16.00 Jólatræið á Minnisvarðanum verður tendrað og jólamenn koma at vitja. Aftaná eru øll vælkomin til ein drekkamunn í húsinum hjá Frelsunarherinum.

 

 

Last modified: 25. november 2014